Barcelona vil hava Robben

Í eina tíð hevur ljóðað, at Barcelona ætlar at keypa portugisiska landsliðsleikaran í Manchester United, Cristiano Ronaldo.

Nú ljóðar tó, at um Barcelona ikki fær Ronaldo, so ætla teir sær at venda eyguni til eitt annað enskt stórfelag. Arjen Robben er rættiliga ónøgdur við síni støðu í Chelsea, har hann bert er byrjaður inni í 15 dystum í Premier League hetta kappingarárið. Sum skilst vil hann sleppa frá Chelsea, og Barcelona sigst vera klárt at bjóða á leið 180 milliónir