Barcelona vil hava Klopp

Sambært sponskum miðlum stendur Jurgen Klopp ovast á ynskilistanum hjá Barcelona til komandi kappingarár.

Hendan seinasta vikan hevur verið ein keðilig vika ítróttarligt, fyri stórfelagið FC Barcelona.

Fyrst fekk felagið eitt keypiforboð frá FIFA, ið er galdandi tvey tey næstu flytingarvindeyguni. Síðani reyk felagið út úr Champions League kappingini við at tapa móti Atletico Madrid. Og síðst misti felagið týðandi fet í dystinum um spanska meistaraheitið, tá liðið tapti 1-0 á útivølli móti Granada.

 

Spanska blaðið Sport skrivar í dag at serliga venjarin Tito Martinez er trýstur og at felagið ynskir at fáa Jurgen Klopp sum venjara ístaðin. 

 

Leiðslan í Barcelona metir at Jurgen Klopp hevur tann rætta profilin, til at fáa Barcelona upp millum tey størstu aftur.

 

Felagið hevur eisini ætlanir um at knýta Marco Reus afturat hópinum, saman við týska málverjanum Andre Ter-Stegen.

 

Trupulleikin er tó tann at felagið í verandi løtu hevur eitt keypiforboð frá FIFA, ið er galdandi tvey tey næstu flytingarvindeyguni. Tískil fær Barcelona ongan leikara keypt fyrrenn á sumri í 2015.