Barcelona vil hava Arshavin

Zenith St. Petersburg váttar nú, at Barcelona hevur boðið upp á Andrei Arshavin. Seinastu mánaðirnar hevur Arshavin við frálíkum avrikum í UEFA-Cup kappingini og í EM-endaspælinum gjørt vart við síni fótbóltsevni, og tað fingið fleiri europisk stórfeløg at vísa honum áhuga. Arshavin, sum er 27 ár, hevur áður sagt, at júst Barcelona er stóri dreymurin á fótbóltsyrkisleiðini.