Barcelona hevur annað beini í Copa del Rey finaluni, sum er spanska steypakappingini. Barcelona vann í kvøld fyrru hálvfinaluna móti Villareal 3-1. Lionel Messi, Andres Iniesta og Gerard Pique skoraðu málini.
Barcelona tykist av álvara at hava funnið stevið, eftir at liðið hevði tað trupult um ársskiftið. Katalanska liðið hevur spælt betri dystir enn í kvøld, men Barcelona við Lionel Messi á odda vann sannførandi 3-1.
Barcelona hevði annars trupulleikar av júst Villareal í landskappingini á Camp Nou. Villareal fekk aftur mál hesa ferð, og kom í fleiri førum til skjótálop, sum í løtum vóru hóttandi.
Sigurin kundi havt verið eitt størri, um Neymar umsetti brotsspark til mál, men málverjin bjargaði.
Copa del Rey – Fyrra hálvfinala:
Barcelona – Villareal 3-1
Athletic Bilbao – Espanyol (21.00)