Barcelona vann stóra steypið

Spanska stórfelagið vann í kvøld europisku meistarakappingina í fótbólti. Við sigrinum hevur Barcelona vunnið bæði la liga, sponsku steypakappingina og europisku meistarakappingina

Barcelona er nú aftur besta fótbóltsfelagið í Europa. Tað gjørdist greitt, tá teir í kvøld vunnu 3-1 á italska Juventus í einum intensum finaludysti.

Tað gingu ikki nógvir minuttir, áðrenn sponsku favorittarnir høvdu lagt seg á odda 1-0. Neymar spældi snilt til Iniesta, sum legði tvørtur um til Rakitic, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar við at beina bóltin í málið.

Tað var Barcelona, sum hevði takið hesa fyrstu løtuna, og bert ein kanón-bjarging frá Buffon forðaði Alves í at økja.

Juventus royndi tó eisini at bíta frá sær. Bæði Vidal og Pogba sóu gult á miðvøllinum, og teir stríputu komu eisini fram til nakrar góðar møguleikar.

Barcelona tóktist tó hava tamarhald á tí mesta, men tíðliga í seinna hálvleiki stóð brádliga á jøvnum. Eitt skjótt álop frá Juventus endaði við innleggi til Carlos Tevez. Skotið varð hálvbjargað, og so skumpaði Morata – sum er uppaldur hjá Real Madrid – bóltin í meskarnar.

Báðir partar koyrdu á, og ta einu ferðina vildi Juventus hava brotsspark, tá Pogba og Alves fóru um koll eftir nærdyst í brotsteiginum. Og fá sekund seinni var Barcelona aftur á odda. Messi fekk bóltin í kontra-álopi, og tá Buffon hálvbjargaði, var Suarez skjótur á returinum.

Juventus royndi at svara aftur, og teir høvdu einar tvær heilt vandamiklar støður, men tað gjørdist ikki meira enn næstan, og so kundi Neymar staðfesta sigurin við seinasta sparkinum í dystinum.

Og so kundi Xavi í sínum allarseinasta dysti fyri Barcelona taka ímóti stóra steypinum. Lítli miðvallarin við stóra fótbóltsheilanum fer nú til USA at royna seg.

Hetta er annars aðru ferð í seks ár, at Barcelona vinnur eina tripple – altso lands- og steypakapping umframt europisku meistarakappingina. Barcelona er eisini einasta felagið, sum hevur gjørt hetta tvær ferðir.