Levante var ikki nakar kappingarneyti fyri Barcelona, sum vann heili 5-0.
Tað var annars Lionel Messi, sum misnýtti eitt brotsspark, men tað var eftir, at Neymar hevði lagt liðið á odda.
Men so gekk tað skjótt. Lukas Vyntra varð vístur av vølli í 42. minutti, men sum sagt brendi Messi brotssparkið.
Beint undan hálvleiki skoraði Ivan Rakitic og eftir hálvleik skoraðu Sandro Ramirez, Pedro Rudrigez og Lionel Messi.
Ein 5-0 sigur, sum heldur Barcelona á odda í sponsku kappingini.









