Barcelona ætlar sær Fabregas

Joan Laporta, forseti í FC Barcelona, avdúkar í sponskum miðlum í dag, at felagið ætlar sær Cesc Fabregas úr Arsenal

– Vit eru áhugaðir í Franck Ribery eisini. Men um Bayern Munich ikki vil selja hann, skulu vit hava Fabregas, sigur Laporta. Cesc Fabregas skifti sum 16 ára gamal frá Barcelona til Arsenal í 2003.