Tað er boðini til Neymar frá nýggja felagnum Barcelona. Brasilska superstjørnan vigar 64,5 kilo, men tað er ov lítið til at standa seg í evropskum fótbólti sigur lækinin í felagnum, Ricard Pruna.
Neymar, sum í hesum døgnum spælir fyri Brasil í Confederations Cup, varð undan kappingini seldur til Barcelona frá brasilska Santos. Læknin í felagnum metir, at tann 175 sentimetrar høgi Neymar vigar ov lítið til at spæla evropskan fótbólt.
- Við fyrsta eygnabrá vildi eg mett, at Neymar skal taka eitt kilo ella tvey uppá. Hann vigar 64,5 kilo og hevur tað við at missa eitt kilo ella tvey, so hann skal til at taka uppá. Tað er ilt at siga hvussu nógv, sigur Ricard Pruna við heimasíðun hjá Barcelona.
Neymar hevur í tveimum dystum skotið tvey mál fyri Barsil í Confederations Cup, sum Brasil er vertur fyri.
Í kvøld verður annað umfar í bólk B. Spania er stórfavorittur móti Tahiti, meðan tað er meiri sannlíkt at tað verður javnari í dystinum millum Nigera og Uruguay.
Confederations Cup 2013:
Spania Tahiti (20.00) TV2
Nigera Uruguay (23.00) TV2 Zulu









