Undan dystinum sunnukvøldið hevði Barcelona eitt stig fleiri enn kappingarneytarnir úr Real Madrid. Tí skuldi Barcelona bara vinna sín dyst á Nou Camp ímóti Valladolid.
Barcelona byrjaði dystin ótrygt og tað var um reppi, at Valladolid kom á odda. Aftaná tíggju minuttir legði Malaga seg á odda ímóti Real Madrid og løtu seinni gjørdi Valladolid sjálvmál á Nou Camp. So hevði Barcelona beina kós ímóti meistaraheitinum. Pedro økti til 2-0 áðrenn Lionel Messi skoraði til bæði 3-0 og 4-0.
Barcelona og Real Madrid hava sitið tungt á La Liga í ár. Barcelona er heili 28 stig frammanfyri Valencia á triðja plássi og ikki minni enn 36 stig frammanfyri Sevilla á fjórða plássi. Barcelona hevur bara tapt ein dyst í øllum kappingarárinum. Tað var í febuar mánað í Madrid ímóti Europa League vinnarunum, Atletico Madrid. Barcelona hevur hetta kappingarárið mist 15 stig og Real Madrid 18 stig. Inter Milan og Bayern Munchen, ið eru meistaraliðini í ávíkavist Italia og Týklandi, hava mist 32 stig í part hetta kappingarárið, meðan ensku meistarnir, Chelsea, hava mist 28 stig. Jú Barcelona og Real Madrid eru í serflokki í sponsku La Liga.
Á Barcelona liðnum, ið byrjaði dystin í dag, vóru ikki færri enn sjey leikarar, sum hava sín uppvøkstur í spanska stórfelagnum. Victor Valdés, Gerard Pique, Carles Puyol, Sergi Busquets, Pedro, Bojan og Lionel Messi komu allir til Barcelona sum ungdómsleikarar. Tá kann eisini nevnast at Xavi var leikbannaður og at Andrés Iniesta ikki byrjaði vegna skaða. Tað eru fá lið í heiminum, ið kunnu vísa á so nógvar egin uppaldar spælarar á einum meistara liðið.
Á Barcelona liðnum er tað serliga Lionel Messi, ið hevur verið framúr. Hann hevur í ár skorað 47 mál í øllum kappinginum. Tað er ein útjavnan av metinum hjá Cristiano Ronaldo frá Manchester United tíðini. Av øðrum kunnu nevnast liðskiparin, Carles Puyol, og varaliðskiparin, Xavi.