FC Barcelona misti aftur stig í oddastríðnum í morgun, eftir at tað bleiv til 1-1 javnleik móti Real Betis á útivølli. Eftir dystin eru spælararnir hjá Barcelona í øðini um dømingina.
Mest umtalað støðan í dystinum kom stutt fyri tíð, tá bólturin var innanfyri, men dómarin ikki dømdi mál. Sum sæst á myndini, so er bólturin væl innanfyri. Tað hevur fingið øði í eitt nú Neymar, sum aftaná hevur sent háðandi viðmerkingar á sosialu miðlunum.
Tá tað er sagt, so var eina stigi fult uppiborið fyri Real Betis, sum helst eisini var betra liðið í pørtum av dystinum. Millum annað hevði liðið ein risa møguleika at skora til 2-0.
Tá umtalaða hendingin fór fram, var støðan 1-0 til Real Betis. Luis Suarez javnaði fyri Barcelona í evstu løtu. Bæði Real Madrid og Sevilla eru í dysti í dag.
1
18
31
43
2
20
34
42
3
20
16
42
4
20
18
36
5
19
6
35
6
20
14
34
7
20
-2
30
8
19
3
29
9
20
0
29
10
20
-1
29
11
19
-2
25
12
20
-3
24
13
20
-10
23
14
20
-6
22
15
18
-5
19
16
20
-7
19
17
20
-18
18
18
19
-18
13
19
20
-22
10
20
20
-28
10