Barcelona skoraði átta ferðir

La Liga: FC Barcelona og Real Madrid drøna avstað og Messi er í stórform

FC Barcelona vann í dag heili 8-2 á SD Huesca í 3. umfari í sponsku landskappingini. Lionel Messi skoraði tvær ferðir, og gav brotsspark til Luis Suarez, sum eisini skoraði tvey mál.

 

Tað vóru annars gestirnir úr SD Huesca, sum løgdu seg á odda. Síðani tók FC Barcelona yvir og kom á odda 3-1, áðrenn gestirnir stutt fyri hálvleik minkaðu um munin. Í seinna hálvleiki var ongin ivi. Lionel Messi hugnaði sær á vøllinum saman við eitt nú Luis Suarez og Ousmane Dembélé, sum eisini fekk eitt mál. Katalanska stórfelagið hevur fult stigatal eftir trý umfør.

 

Tað sama hevur Real Madrid, sum nú er uttan Cristiano Ronaldo, ið er seldur til Juventus í Italia. Real Madrid vann í gjár 4-1 á heimavølli móti Leganes. Bæði Karim Benzema, sum skoraði tvey mál, og Gareth Bale komu á máltalvuna. Teir hava víst seg at verið vandamiklir frammanfyri málinum í hesum kappingarárinum. Sergio Ramos setti punktum við brotssparki.

 

3. umfar:

Fríggjadagin:

Getafe CF 0 - 0 Real Valladolid

SD Eibar 2 - 1 Real Sociedad

Villarreal 0 - 1 Girona

 

Leygardagin:

Celta de Vigo 2 - 0 Atletico Madrid

Rayo Vallecano - Athletic Bilbao (Útsettur)

Real Madrid 4 - 1 Leganes

 

Sunnudagin:

UD Levante 2 - 2 Valencia CF

Deportivo Alaves Sad 2 - 1 Espanyol Barcelona

FC Barcelona 8 - 2 SD Huesca

Real Betis Balompie 0 - 0 Sevilla FC (56.min)

1

3

3

0

0

12

2

10

9

2

3

3

0

0

10

2

8

9

3

3

2

1

0

5

2

3

7

4

3

1

2

0

4

1

3

5

5

3

1

1

1

6

4

2

4

6

2

1

1

0

4

3

1

4

6

3

1

1

1

4

3

1

4

8

3

1

1

1

5

5

0

4

9

3

1

1

1

2

2

0

4

10

3

1

1

1

2

3

-1

4

11

3

1

1

1

2

4

-2

4

11

3

1

1

1

2

4

-2

4

13

3

1

1

1

6

11

-5

4

14

3

1

0

2

3

5

-2

3

15

3

0

2

1

0

1

-1

2

16

3

0

2

1

3

5

-2

2

17

3

0

2

1

0

3

-3

2

18

3

0

1

2

1

3

-2

1

19

3

0

1

2

4

8

-4

1

20

2

0

0

2

1

5

-4

0