Barcelona skal hava nýggjan venjara

Eftir stórsigurin móti Sporting Gijon í kvøld, váttaði Luis Enrique, at hann leggur frá sær sum venjari hjá Barcelona.

Spanska stórfelagið FC Barcelona skal leita eftir einum nýggjum venjara. Eftir 6-1 sigurin móti Sporting Gijon í kvøld, váttaði Luis Enrique, at hann leggur frá sær sum venjari hjá Barcelona.

 

Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá spanska stórfelagnum í ár. Liðið er gaman í komið í finaluna í sponsku steypakappingini, men vóru eyðmýktir í París í 1/8-partsfinaluni í Champions League, tá teir taptu 4-0 móti fronsku meistarunum. Í heimligu kappingini liggja teir gaman í løtuni á einum 1. plássi, tvey stig framman fyri Real Madrid, men hava spælt tveir dystir fleiri.

 

Síðani stórtapið í París hevur nógv verið gitt um framtíðina hjá Luis Enrique og í dag, eina viku undan seinna dystinum millum Barcelona og PSG, váttaði hann, at hann gevst, tá kappingarárið er liðugt.

- Eg verið ikki venjari hjá Barcelona næsta kappingarár. Tað er ein torfør, men væl umhugsin avgerð, og eg má vera trúgvur móti tí, eg hugsi, segði hann. Sambært sponskum miðlum boðaði hann spælarunum frá eftir at dysturin var liðugur.

 

- Eg ynski at takka felagnum fyri álitið, tað hevur víst mær. Tað hava verið trý ógloymandi ár, segði hann.

 

Luis Enrique hevur verið venjari í FC Barcelona í trý ár. Fyrsta kappingarárið vann felagið La Liga, sponsku steypakappingina og Champions League. Annað árið vann felagið báðar heimligu kappingarnar. 

 

Luis Enrique spældi eisini fyri Barcelona frá 1996 til 2004.