Real Madrid fekk dreymabyrjan við máli eftir 20 sekund, men Barcelona svaraði aftur og vann at enda tryggan sigur ímóti spanska toppliðnum.
Tey bæði stóru feløgini í Spania spældu í kvøld í Madrid. Fyri dystin var Real Madrid trý stig frammanfyri Barcelona og hevði ein dyst til góðar. Tí skuldi Barcelona hava eitt gott úrslit í kvøld fyri ikki at dragna ov nógv í meistaraskapsdystinum.
Real Madrid fekk eina dreymabyrjan, tá ið Benzema skoraði eftir góð 20 sekund. Málið kom eftir eina stóra villu frá Barcelona-málmanninum.
Real Madrid hevði takið at byrja við, men so líðandi spældi Barcelona seg inn í dystin og fyri hálvleik javnaði Sanchez. Í seinna hálvleiki hevði Barcelona munin í spæli, hóast Real Madrid eisini hevði onkrar kjansir.
Tað gjørdist 2-1 til Barcelona, tá ið Xavi skjeyt úti frá og rakti ein Real Madrid-verjuspælara, og síðani skoraði Fabregas til 3-1, tá ið hann stútaði innlegg í málið.
Eftir dystin í kvøld er Barcelona fremst í sponsku kappingini ájavnt í stigum við Real Madrid, sum tó hevur spælt ein dyst færri.











