Barcelona setti og koyrdi leikara sama dag

FC Barcelona kundi ikki finna seg í, at ein leikari, sum teir fyrr í dag keyptu til sítt næstbesta lið, áður hevur skrivað niðurgerandi orð um Katalonia og Messi.

Fyrr í dag kunngjørdi FC Barcelona, at felagið hevði skrivað sáttmála við 24 ára gamla Sergi Guardiola, ið eftir ætlan skuldi styrkja um B-liðið hjá Barcelona, sum spælir í næstbestu sponsku deildini. Hetta skrivar fcbarcelona.dk, sum er ein donsk fjepparaheimasíða hjá Barcelona. 

 

Tað skal eisini gerast greitt beinanvegin, at Sergi Guardiola ikki er í familju við fyrrverandi venjaran hjá Barcelona, Pep Guardiola.

 

Men longu tríggjar tímar eftir, at Sergi Guardiola var blivin kunngjørdur sum nýggjur leikari á B-liðnum, kunngjørdi Barcelona, at sami Guardiola var blivin koyrdur. 

 

Orsøkin er tann, at fyri tveimum árum síðani millum annað skrivaði soleiðis á Twitter: ,,Leingi livi Madrid, lorta Katalonia!". Eisini skrivaði hann: ,,Eg hevði ongantíð brúkt Messi á mínum liði. Hann gongur jú bara við bóltinum og oyðileggur spælið hjá liðnum."

 

Áðrenn Sergi Guardiola skrivaði undir við Barcelona hevði hann roynt at slettað heldur óhepnu viðmerkingar um Barcelona og teirra allar besta spælara, men tað eydnaðist ikki at sletta tað heilt. Teir í Barcelona funnu útav tí, og so fall hamarin yvir leikaran, ið helst fer í søgubøkurnar sum tann leikarin, ið hevur umboðað Barcelona í stytsta tíð.

 

Lógliga hevur Barcelona tó ikki loyvi at koyra ein leikara frá á slíkum grundarlagi, og tí verður felagið noytt at samráðast við sjálvan leikaran um at seta sáttmálan úr gildi. Hetta kemur helst at kosta felagnum pengar, ið fara beinleiðis í lumman á Sergi Guardiola.