Barcelona setir met

Barcelona og Real Madrid vunnu bæði um vikuskiftið. Fyri Barcelona var tað 16. sigurin á rað og tað er nýtt met í Spania. Real Madrid vann í kvøld 4-1 á Real Sociedad á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid. Kaká legði Real Madrid á odda longu aftaná átta minuttir. Síðani tók Cristiano Ronaldo yvir og økti til 2-0 og 3-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

 

Í seinna hálvleiki var fyrrverandi Liverpool verjuleikarin, Álvaro Arbeloa, óheppin og gjørdi sjálvmál. Stutt fyri tíð eydnaðist tað eisini leigusveininum úr Manchester City, Emmanuel Adebayor, at sláa sigurin fastan fyri Real Madrid til 4-1.

 

Barcelona hevði í gjár vitjan av Atlético Madrid á Nou Camp. Fyri nøkrum árum síðani var Lionel Messi klappaður av vøllinum, eftir ein útisigur á Atlético Madrid, fyri sítt frálíka avrik. Aftur hesa ferð var Atlético Madrid vitni til eitt Lionel Messi ?show?. Hann skoraði øll trý málini í søguliga 3-0 sigrinum, sum eisini er 16. sigurin á rað í La Liga, og tað er nýtt met. Real Madrid hevði metið frammanundan.

 

Barcelona liggur fremst í La Liga við 61 stigum, meðan Real Madrid hevur 54 stig á øðrum plássi.