FC Barcelona hevur kunngjørt, at felagið hevur selt 15 prosent afturat av sjónvarpsræddindunum til Sixth Street. Fyrst seldi FC Barcelona 10 prosent, og nú 15 prosent afturat. Seinna sølan gevur 2,3 milliardir krónur í kassan, men prísurin er høgur.
Við søluni av sjónvrpsrættindunum, hevur FC Barcelona framskunda eina útbetaling av pengum, sum koma at resta í komandi 25 árini. Tá skal FC Barcelona lata 25 prosent av sjónvarpspengunum til Sixth Street, sum er eitt íløgufelag.
Longu nú fær FC Barcelona ikki fullan valuta fyri sjónvarpspengarnar, og tað lutfallið verður bara størri, um sjónvarpsavtalan verður økt í framtíðini. Tað eru tey, sum halda at hetta er neyðugt, fyri at fáa felagið aftur á beint, meðan tað eru onnur, ið halda at hetta er ørt.
FC Barcelona hevur í summar keypt Andreas Christensen, Franck Kessié, Raphinha og Robert Lewandowski, umframt at Ousmane Dembélé hevur longt sáttmálan.











