Barcelona og Milan sparka Champions League í gongd

Í kvøld verður fyrsta umfarið í bólkaspælinum í Champions League. Størsti dysturin er helst á Nou Camp, har Barcelona tekur ímóti AC Milan. Eisini Chelsea og Arsenal skulu spæla sínar fyrstu dystir í kvøld.

 

Tað er nakað síðani, at týskvøldini og mikukvøldini fóru til Champions League fótbólt, men nú verður tað aftur á skránni. Í kvøld skal helmingurin av liðnum, sum hava vunnið seg í Champions League bólkaspælið, í eldin.

 

Tað eru bólkur E, F, G og H. Í bólki H møtast verandi Champions League vinnarnir, Barcelona, og sjeyfaldu Champions League finnarnir, AC Milan. Dysturin er á Nou Camp í Barcelona.

 

Í bólki E skal Chelsea á Stamford Bridge taka ímóti Bayern Leverkusen, sum hevur fyrrverandi Chelsea leikaran, Michael Ballack, í hópinum.

 

Í bólki F hevur Arsenal eina torføra uppgávu. Arsene Wenger og hansara menn skulu á vitjan hjá týsku meistarunum, Borussia Dortmund.

 

Dystirnir í kvøld:

 

Bólkur E:

 

Chelsea – Bayern Leverkusen

KRC – Valencia

 

Bólkur F:

 

Borussia Dortmund – Arsenal

Olymoiakos – Marseille

 

Bólkur G:

 

Apoel Nicosia – Zenit St. Petersburg

FC Porto – Shakhtar Donetsk

 

Bólkur H:

 

Barcelona – AC Milan

Viktoria Plzen – BATE Borisov

 

Allir dystirnir byrja klokkan 19:45