Barcelona mátti lúta

FC Barcelona tapti sunnudagin finaluna um heimsmeistaraheitið í fótbólti fyri feløg. Finalan ímóti brasilska liðnum Internacional endaði við 1-0 tapi. Barcelona hevði mesta spælið, men brasilska liðið gjørdi einasta málið í dystinum stutt fyri leiklok. Venjarin Frank Rijkaard segði seg eftir dystin var sera vónbrotin av at tapa finaluna, og at tapið mátti verða ein lærdómur fyri spælararnar.