Barcelona-leikarar missa sínar medaljur

UEFA hevur ávís krøv fyri leikarar, ið kunnu fáa Champions League-medaljur

Ongin ivi er um, at tað sera ringt at koma á besta fótbóltsliðið í Evropa, FC Barcelona. Hetta er veruleikin hjá øllum teimum trimum Thomas Vermaelen, Claudio Bravo og Douglas. Hesir leikarar komu allir til felagið í fjørsummar. Vermaelen hevur verið sera nógv skaddur hetta kappingarárið og náddi bert ein dyst, Douglas hevur eisini spælt ímillum lítið og onki og Claudio Bravo er ikki sloppin at verja málið í Champions League, har Marc-André ter Stegen hevur staðið.

 

Allir hesir leikarar fingu Champions League-medalju um hálsin leygarkvøldið, tá ið FC Barcelona vann finaluna ímóti Juventus, men nú er greitt, at teir vera noyddir at lata medaljuna innaftur. Orsøkin er tann, at ongin av hesum leikarum hevur spælt á vøllinum í Champions League hetta kappingarárið og tað er minsta krav fyri, at ein leikari kann fáa medalju til ognar. Hetta veit belgiska tíðindablaðið, Voetbalkrant, at siga.