Seinastu vikurnar hevur gingið illa í hond hjá Barcelona, sum hevur tapt ímóti bæði Espanyol og Atletico Madrid seinastu tvey umførini. Men í kvøld kom katalanska fótbóltsskútan aftur á beint.
Barcelona vann á heimavølli 2-0 á Athletic Bilbao. Sergi Busquets stútaði Barcelona fram um 1-0, tá 17 minuttir vóru spældir. Hetta hendi aftaná eitt gott fríspark frá Xavi. Í 2. hálvleiki staðfesti Lionel Messi sigurin við einum brotssparksmáli.
Í grannauppgerðini ímóti Atletico Madrid eydnaðist tað Real Madrid bert at fáa javnleik 1-1. 7 minuttir áðrenn steðgin hevði Atletico eitt mynsturálop, sum var byrjað frá egnari leikhálvu. Bólturin endaði
hjá Sergio Agüero,sum sendi bólti inn til Diego Forlán, sum var komin inn í brotsteigin. Framherjin úr Uruguay gjørdi einki mistak, men bankaði bóltin í netmeskarnar hjá Iker Casillas.
12 minuttir út í 2. hálvleiki javnaði Klaas Jan Huntelaar, aftaná eitt frálíkt forarbeiðið frá Gonzalo Higuaín. Úrslitið var tó langt frá nøktandi fyri Real Madrid, sum nú er 6 stig aftan fyri Barcelona.