FC Barcelona hevur havt keypsbann í 2015, tí felagið hevði á ólógligan hátt keypar ungar spælarar aðrastaðni frá. Nú kann Barcelona aftur keypa spælarar.
Í tí sambandi kunngjørdi felagið, teir hava fingið 77 spælarar til felagið í hesum flytingarvindeyganum. Tveir av teimum til besta liðið, fimm til eykaliðið og írestandi 70 spælararnir til tey ymisku ungdómsliðini í felagnum.
Millum teirra er Daniel Gudjonsen, ið er sonur íslednsku legenduna, Eiður Smári Gudjohnsen. Hann skal spæla og venja við U10 liðnum.
Stóru keypini eru Arda Turan úr Atltico Madrid og Aleix Vida úr Sevilla. Báðir hava vant við Barcelona í eitt hálvt ár, men hava ikki spælt orsaka av keypsbanninum. Teir væntast at fáa debut í sponsku steypakappingini í morgin.