Nú er fyrsta steypið hjá FC Barcelona, ið sum kunnugt vann Champions League-finaluna leygarkvøldið ímóti Juventus, kunngjørt. Talan er um 25 ára gamla Aleix Vidal, ið er spanióli og kemur frá Sevilla. Hann spælir fyri tað mesta á vonginum, men kann eisini spæla á høgra bakki, har ið Barcelona kemur at mangla ein mann av tí, at Dani Alves væntandi fer at skifta felag. Tískil er upplagt, at Aleix Vidal verður komandi høgri bakkurin hjá Barcelona, tí ilt er at síggja, hvussu hann skal fáa leiktíð á fremstu plássunum, har Suarez, Neymar og Messi ráða fyri borgum.
Leysasøgurnar hava gingið í eina tíð, og nú er skiftið so blivið endaliga kunngjørt. Sáttmálin hjá Vidal er galdandi til 2020.
Tó fer rúm tíð at ganga, áðrenn Vidal kann ílata seg bláu og reyðu troyggjuna og spæla dystir fyri Barcelona. Barcelona hevur bann ímóti at keypa leikarar hetta summarið, og tí fer Aleix Vidal ikki at spæla dystir fyri Barcelona fyrr enn í 2016, tá ið handilsbannið er útgingið.










