Franski landsliðsleikarin, Samuel Umtiti, sum millum annað byrjaði inni fyri Frakland í EM-finaluni sunnukvøldið, hevur nú skift felag.
Spanska stórfelagið, FC Barcelona, hevur nevniliga keypt unga stórtalentið frá franska felagnum, Lyon, fyri gott og væl 190 milliónir krónur.
Samuel Umtiti sum spælir sum miðverji, hevur fingið ein fimm ára sáttmála við sponsku meistararnar.
22 ára gamli Samuel Umtiti, verður mettur sum ein av mest lovandi ungu verjuleikarunum í heiminum.









