Barcelona keypir EM-vinnara

Barcelona hevur í dag keypt miðvallarleikara úr Portugal

 

Sponsku meistararnir úr FC Barcelona hava verið aktivir á transfermarknaðinum hetta summarið.

 

Í dag kunngjørdi felagið ikki færri enn fjórða nýggja leikaran hetta summarið. Talan er um 22 ára gamla miðvallaran, André Gomes, sum kemur til felagið frá spanska felagnum Valencia.

 

Tað gingu annars søgur leingi um, at Real Madrid var stórfavorittur at ogna sær portugisiska miðvallaran, men í evstu løtu eydnaðist tað Barcelona at fáa fatur á undirskriftini heldur enn Real Madrid.

 

André Gomes var í summar partur av EM hópinum hjá Portugal, ið sum kunnugt eisini vann EM.

 

Barcelona hevur fyrr í summar heinta Denis Suarez, Samuel Umtiti og Lucas Digne til hópin eisini.