Barcelona hevur við Gavi á odda vunnið stórsteypið

Supercopa de España: FC Barcelona vann sannførandi 3-1 á Real Madrid. Stóri spælarin á vøllinum var 18 ára gamli Gavi

FC Barcelona hevur í kvøld vunnið spanska stórsteypið við einum 3-1 sigri á arvafíggindanum Real Madrid. Stóri spælarin á vøllinum í Saudiarabia var 18 ára gamli miðvallarin hjá FC Barcelona, Gavi. Hann skoraði eitt og legði upp til hini bæði málini hjá katalanska stórfelagnum.

 

Seinastu tvey árini hevur Real Madrid havt takið á FC Barcelona, men í kvøld svaraðu Xavi og hansara menn aftur. FC Barcelona var á odda 2-0 í hálvleikinum við málum frá Gavi og Robert Lewandowski.

 

Í báðum førunum var talan um góð skjótálop. Tað fyrra legði Robert Lewandowski upp til, meðan Gavi takkaði fyri og legði upp til málið hjá Robert Lewandowski. Í seinna hálvleiki endaliga avgjørdi Pedri dystin, tá hann eisini fekk eitt frálíkt upplegg frá Gavi og skoraði til 3-0.

 

Real Madrid tóktist ikki líkjast sær sjálvum og tapti eisini seinast í sponsku landskappingini, og er trý stig aftanfyri FC Barcelona á stigatalvuni. Einasta ljóspunktið kom í yvirtíðini, tá Karim Benzema skoraði.

 

Hetta er fyrsta steypið hjá Xavi sum venjara hjá FC Barcelona.

 

Supercopa de España finala:

 

Real Madrid – FC Barcelona 1-3

 

0-1 Gavi, 33

 

0-2 Robert Lewandowski, 45

 

0-3 Pedri, 69

 

1-3 Karim Benzema, 90+3