Villa hevur seinastu mongu árini verið ein av vandamestu áleyparunum í deildini, og so at siga hvørt ár hevur hann verið settur í samband við onnur feløg ? eisini Barcelona.
Í dag gjørdist so greitt, at landsliðsáleyparin skiftur frá Valencia til Barcelona fyri nakað, sum minnir um 40 milliónir evro. Villa er 28 ára gamal og hevur seinastu fimm árini spælt 166 dystir fyri Valencia og skorað 107 mál. Áðrenn tað spældi hann tvey ár í Zaragoza.
Sambært heimasíðuni hjá Barcelona, kemur Villa helst til Barcelona hóskvøldið og skal kannast av læknum fríggjamorgunin, áðrenn hann alment verður at síggja sum Barcelona leikari seinnapartin fríggjadagin.