Barcelona hevur ein kjans eftir

Europeisku meistararnir eru kroystir í sínum bólki í Champions League. Liverpool heldur stílin í Europa, og Chelsea er komi› ví›ari, hóast li›i› tapti í gjárkvøldi›

Champions League

Dynamittbólkurin í Champions League stendur nú til at spreingja. Eftir næstseinasta umfari› í gjárkvøldi› er ta› greitt, at europeisku meistararnir úr Barcelona fáa sín seinasta kjans fyri at tryggja sær luttøkuna í áttandaparts finalunum næsta ár.
Úrslitini í bóli A laga›u seg solei›is, at Chelsea tryggja›i sær ví›ari luttøku, hóast li›i› tapti útivølli í Bremen. Heimali›i› skora›i einasta máli› á Weserstadion, og Werder Bremen dró seg upp á javnt vi› Chelsea.
Barcelona spældi á útivølli í Sofia, og har vann spanska li›i› 2-0. Franski álopsspælarin Guily skora›i tí›liga í dystinum, og mi›vallarin Iniesta leg›i eitt mál afturat í seinna hálvleiki.
Stø›an í bólki A er nú tann, at Chelsea og Werder Bremen hava 10 stig í part, me›an Barcelona hevur 8 stig. Chelsea er betur innanh‡sis enn Bremen, og tí er Chelsea komi› ví›ari á›renn seinasta umfar.
Í seinasta dystinum hittast júst Barcelona og Werder Bremen, og ta› ver›ur eitt rættiligt brak av einum dysti, tí bert eitt av teimum feløgunum kann koma ví›ari í kappingini. Dysturin ver›ur spældur 5. desember.
- Ta› var t‡dningarmiki›, at vit sloppu undan at fáa fleiri ska›ar í hesum dystinum. Nú hava vit ein dyst eftir, og vit skulu vinna á Bremen. Ta› eri eg vísur í, at vit fara at klára, seg›i venjarin Frank Rijkaard vi› fjølmi›larnar eftir dystin.

Gerrard sum James Bond
Liverpool hevur stórar trupulleikar í heimligu kappingini, har serliga úrslitini á útivølli hava veri› vánalig. í Champions League er stø›an ein heilt onnur, tí har er Liverpool fremst í síni bólki og hevur ongan av teimum fimm dystunum higartil tapt.
Í gjárkvøldi› spældi Liverpool toppdyst í bólkinum ímóti hollendska felagnum PSV, og Liverpool vann dystin 2-0 vi› málum, sum vór›u skotin í seinna hálvleiki.
Liverpool hev›i yvirlutan alla tí›ina, og sum ikki einafer› var ta› Steven Gerrard, sum var stóra drívmegin á li›num. Eftir at Xabi Alonso og Mark Gonzales noyddust av vøllinum vi› ska›um longu í fyrra hálvleiki, var enn meira lagt í hendurnar á Gerrard, og hann sveik ikki.
Hann leg›i Liverpool á odda 1-0, og seint í dystinum økti Peter Crouch til 2-0. Bá›u fer›irnar var ta› hollendski álopsspælarin Dirk Kuyt, i› hev›i næstseinasta fótin á bóltinum.
N‡ggi James Bond, sjónleikarin Daniel Craig, seg› herfyri, at Steven Gerrard hev›i veri› ein gó›ur avloysur sum Bond, tá i› hann sjálvur gevst í leiklutinum. Í øllum førum kann enn einafer› sta›festast, at Gerrard eigur lívi› í Liverpool í europeiskum dysti.
Ta› er greitt, at Liverpool og PSV koma ví›ari frá bólki C.

Roma í trupulleikum
F‡ra a›rir dystir vóru eisini spældir í gjárkvøldi›. Í bólki B var t‡ska Bayern á vitjan hjá Spartak Moskva, og dysturin enda›i vi› javnleiki 2-2. Russiska li›i› leg›i seg á odda, men tá i› Pizarro hev›i skora› tvey frálík mál, líktist alt sær sjálvum, og Bayerm var á veg ímóti sigrinum. Men ta› eydna›ist Spartak Moskva at javna til endaliga úrsliti› 2-2.
Í hinum dystinm í bólki B syrgdi gamli málrevurin Hernan Crespo fyri, at Inter vann 1-0 á Sporting Lissabon. Bayern og Inter eru komin ví›ari frá bólkinum, men Inter hevur framvegis møguleikan at toga seg upp á fremsta plássi› í bólkinum.
Roma skapti sær sjálvum trupulleikar, tá i› li›i› tapti 1-0 á útivølli í móti Shaktar Donetsk. Ukrainska li›i› var ta› betra í dystinum, og Inter hev›i stóran part av dystinum trupulleikar vi› at skapa kjansir.
Í hinum dystinum í bólki D vann Valencia 2-0 á Olympiakos, og spanska li›i› hevur vunni› bólkin. Roma liggur næstfremst, men Shaktar er bert tvey stig aftanfyri undan seinasta umfarinum.Í seinasta dystinum skal Roma spæla á útivølli ímóti Bayern, me›an Shaktar skal til Lissabon at spæla.
Seinastu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League ver›a spældir 5. og 6 desember.