Spanska felagið FC Barcelona heldur lítið um framferðarháttin hjá enskum stórfeløgum, sum leita eftir ungum spælarum í felagnum.
- Vit hava lagt 50 milliónir krónur í okkara ungdómsdeild, men vit hava ein stóran trupulleika av enskum feløgum, sum jagstra okkara ungu spælarar og lokka teir við risastórum peningaupphæddum, sigur Joan Laporta, forseti í Barcelona.
Eitt dømi um ein ungan spælara, sum varð lokkaður burtur frá Barcelona á ungum aldri, er Francesc Fabregas, sum spælir fyri Arsenal.