Katalanska stórliðið hevur framleitt 43 spælarar, sum antin spæla í felagnum í dag, ella sum spæla í einum av teimum fimm størstu landskappingunum í Evropa. Teir hava í dag heilar 13 spælarar í hópinum, meðan 30 spæla kring Evropa. Barcelona er tiltikið fyri La Masia venjingarstøðina, sum hevur framleitt spælarar sum Lionel Messi, Xavi og Andres Iniésta.
Nummar tvey á listanum er enska Manchester United. Teir hava 36 spælarar kring Evropa. Av teimum spæla 12 í felagnum í dag, meðan menn sum Cristiano Ronaldo spæla aðrastaðni. Real Madrid kemur inn á triðja plássi við 34 spælarum. Átta spæla í felagnum í dag. Aftaná teimum koma fronsku Lyon(33) og PSG(27).
Tað er CIES Football Observatory, sum hevur gjørt kanningina. Spælarar telja sum uppaldir í einum felagi, um teir hava spælt trý ár í felagnum í aldrinum millum 15 og 21. Tí kunnu spælarar eisini vera uppaldir í tveimum feløgum. Ein spælari sum Cristiano Ronaldo er eitt nú registreraður fyri at vera uppaldur í bæði Sporting Lisbon og Manchester United.
Top 12 listin:
1. Barcelona 43
2. Manchester United 36
3. Real Madrid 34
4. Lyon 33
5. Paris Saint-Germain 27
6. Athletic Bilbao 24
7. Real Sociedad 24
8. Rennes 24
9. Bordeaux 22
10. Lens 22
11. Arsenal 22
12. Atalanta 22










