Barcelona-flúgving út á heystið

Nógv bendir á, at Atlantic Airways í 2014 flýgur til Barcelona munandi størri part av árinum

Beinleiðis ferðirnar úr Føroyum til Barcelona gjørdust eitt hitt, alt fyri eitt sum fyrsta Airbus-flogfarið kom í flotan hjá Atlantic Airways. Í ár hevur verið flogið til Barcelona frá fyrst í juni mánaði og einar tvær vikur út um summarferiutíðina, og framvegis er ferðahugurin til hesa rutuna ovurstórur.

 

- Enn fái eg ikki sagt endaliga, hvussu vit koma at flúgva í 2014. Men eg fái sagt somikið, sum at vit umhugsa at byrja fyrr og enda seinni við Barcelona-flúgvingini, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

 

Hann sigur, at møguliga verður tíðarskeiðið longt somikið nógv, at fyrstu fráferðirnar til Barcelona verða um hálvan mai, meðan seinasta heimferðin kann togast til endan av heystfrítíðini.