Eftir at samráðingarnar hjá Barcelona við Villareal um álopsspælaran Diego Forlan eru steðgaðar, hevur Barcelona nú vent sær ímóti London, har felagið er áhuga í at keypa ein íslendskan spælara. Talan er sjálvsagt um fremsta íslendska spælaran í løtuni, Eidur Smári Gudjohnssen, sum hevur spælt fyri Chelsea seinnu árini. Sambært spanska blaðnum El Mundo skal Barcelona gjalda 85 milliónir krónur fyri Gudjohnsen, um avtalan verður veruleiki.










