Barcelona fingið forboð at keypa í eitt heilt ár!

FIFA hevur sektað Barcelona, tí at felagið hevur brotið reglurnar um at gera avtalur við ov ungar leikarar.

Orsøkin til at Barcelona hevur fingið forboð, er tí at felagið tíggju ferðir hevur brotið reglurnar um at heinta ov ungar leikarar inn til felagið.

 

FIFA hevur gjørt av at Barcelona hvørki sleppur at keypa ella selja nakran leikara tvey tey næstu flytingarvindeyguni.

 

Umframt bannið sum Barcelona hevur fingið, skal felagið eisini gjalda eina bót áljóðandi á 2,7 milliónir krónir. 

 

Tað spanska fótbóltssambandið hevur eisini fingið eina bót áljóðandi 3 milliónir krónur. Spanska fótbóltssambandið hevur harumframt fingið 3 ár til at rætta støðuna, soleiðis at líknandi feilir ikki henda umaftur.

 

kelda www.fifa.com