Tað kom sum ein skelkur, tá tíðindini fyri umleið einum mánaða síðani frættust um at stórfelagið FC Barcelona hevði fingið keypiforboð frá FIFA til tvey tey næstu flytingarvindeyguni.
Barcelona valdi at kæra dómin og higartil er dómurin útsettur til einaferð aftaná flytingarvindeyga í summar. Sostatt fær Barcelona møguleika til at keypa og selja leikarar til flytingarvindeyga í summar.
Heimasíðan hjá FC Barcelona skrivar.
- FC Barcelona hevur móttikið avgerðina hjá FIFA um at keypiforboðið fyribils er útsett, inntil endaligur dómur er givin í málinum.
- FC Barcelona hevur ikki annað enn stóra virðing fyri teimum, ið taka avgerðir í ítróttarumhvørvum.
Sostatt sleppur Barcelona at vera við í kappiningini um at keypa leikarar til felagið í summar. Felagið er longu sett í samband við onkur stór nøvn. Millum annað kunnu nevnast Marko Reus úr Dortmund og málverjin André Ter-Stegen úr Monchengladbach.










