Barcelona fall á Camp Nou

Lionel Messi, Neymar og Luis Suarez megnaðu einki at gera við einsamalla málið hjá Malaga

Í hesum døgum er kríggi um sjónvarpsrættindini til spanska fótbólt. Barcelona og Real Madrid vilja sleppa at gera sínar egnu avtalur, meðan hini vilja hava broytar, so tað líkist tí meiri solidariska pakkanum hjá Premier League.

 

Í so máta, so fekk Malaga ordiliga prika til Barcelona í dag. Longu aftaná sjey minuttir legði Juanmi gestirnar á odda. Restina royndi Barcelona seg við at trýsta og spæla seg gjøgnum verjuna, men sannleikin var, at Malaga var minst líka nær við – um ikki nærri – vit at fáa mál upp skjótálop.

 

Real Madrid kann nú við sigri í morgin leggja seg fýra stig á odda í La Liga. Barcelona skal í vikuni spæla móti Manchester City í Champions League.