FC Barcelona hevur vunnið fimm steyp í 2015, sum má sigast at verða eitt bragd.
Fyri løtu síðani gjørdist FC Barcelona heimsmeistari í felagsfótbólti, tá teir vunnu 3-0 á argentinska liðnum, River Plate.
Í 36. minutti gjørdi Lionel Messi tað ónda við sínar argentinsku landsmenn, og legði FC Barcelona á odda 1-0 við einum góðum skoti, aftaná gott upplegg frá Neymar og Dani Alves.
Í seinna hálvleiki stjól uruguayanski Luis Suarez tó myndina. Suarez skeyt tvey mál í 49. og í 68. minutti. Uruguayanarar elska at sigra á argentinum, og tí mátti tað kennast eyka søt hjá Luis Suarez at skjóta tvey mál ímóti River Plate. Luis Suarez hevur verið framúr í heimsmeistarakappingini í felagsfótbólti, sum hevur verið avgreidd í Japan á hesum sinni. Í hálvfinaluni ímóti Guangzhou Evergrande gjørdi Luis Suarez reint hattrick, tá FC Barcelona vann 3-0 í hálvfinaluni.
FC Barcelona hevur í ár vunnið La Liga, Copa Del Rey, Champions League, evropeiska Super Cup, og nú HM í felagsfótbólti.