Barcelona vann eins og í dystinum í Gelchenkirchen 1-0 á Schalke04. Málið kom beint áðrenn hálvleikssteðgin. Bólturin bleiv avrættaður av einum Schalke-verjuleikara og endaði hjá Yaya Touré, sum skoraði trygt. Í 2. hálvleiki kom danski álopsleikarin Søren Larsen á vøllin, men hann kláraði ikki at venda gongdini. Gamli Arsenal-leikarin Thierry Henry brendi ein risamøguleika, sum hann fekk væl og virðiliga serveraðan fyri føturnar. Henry hevur ikki funnið máltevið aftur, sum hann hevði tá hann leikti við Arsenal. Samanumtikið gjørdist talan um ein rættuliga undirhaldandi dyst. Barcelona, sum er einasta ikki-enska liðið í hálvfinaluni í Champions League møtir Manchester United í hálvfinaluni.