Høvuðsmistonkti í yvirgangsatsóknini í Barcelona fyrradagin, Moussa Oukabir, sum leitað hevur verið eftir, er millum tey fimm, sum vóru skotin til deyðis av løgregluni í Cambrils gjáranáttina.
Hann er eyðmerktur at vera ein teirra, skrivar AP tíðindastovan.
Tilsamans vórðu fimm fólk dripin av løgregluni í Cambrils fríggjanáttina. Tað hendi, eftir at tey í einum Audi koyrdu á fleiri fólk í catalonska strandarbýnum.
Løgreglan sendi í gjár út eina eftirlýsing eftir 17 ára gamla Moussa Oukabir, sum hildin verður at vera tann, sum koyrdi vørubilin í spanska stórbýnum Barcelona.
Sambært AP váttar eitt skjal, sum er góðkent av fakfelagnum hjá sponsku løgrgluni, samleikan hjá teimum fýra dripnu.
Talan skuldi vera um Moussa Oukabir, Said Aallaa, Mohamed Hychami og Younes Abouyaaqoub.
Fýra fólk eru enn eftirlýst í sambandi við tey bæði álopini í Barcelona og Cambrils.
Teir fýra persónarnir eru í aldrinum 17, 18, 22 og 24 ár. Ein teirra er av marokkanskum uppruna.
Tað skrivar tíðindastovan AFP, sum endurgevur spanska blaðið La Vanguardia.
Tríggir av teimum mistonktu búgva í Ripoli, sum er 100 kilometrar úr Barcelona. Tann fjórði mistonkti er úr Ribes de Freser, sum eisini er í Catalonia.
Ein kelda í løgregluni sigur við AFP, at talið av eftirlýstum kann hækka.
Fýra persónar – tríggir marokkanarar og ein spanióli, eru framman undan handtikinir. Tríggir teirra í Ripoli.
Tilsamans eru 14 fólk deyð í teimum báðum álopunum. Umleið 130 eru særd – teirra millum tveir danskir ríkisborgarar.
13 fólk doyðu í Barcelona, og ein kvinna doyði í Cambrils.
Tey bæði drepandi álopini í spanska landspartinum høvdu verið planløgd í longri tíð, upplýsti løgreglan í gjár.
Tað er farið fram við støði í spanska býnum Alcannar, sum liggur sunnan fyri Barcelona.
Í Alcanar var ein spreinging í gjár, sum løgreglan heldur knýtur saman tey bæði áolpini: Ein doyði, og fleiri persónar fingu skaða.
Spreingingin var eftir øllum at døma við til at órógva eitt enn størri álop.
/ritzau/










