Tvær fjórðingsfinalur verða í Champions League í kvøld. Á Camp Nou tekur Barcelona móti Atletico Madrid, sum hevur tikið øll á bóli í ár. Høvðusstaðarfelagið liggur nummar eitt frammanfyri bæði Barcelona og Real Madrid í heimligu kappingini.
Barcelona má halda fast í bóltinum
Barcelona er favorittur at koma víðari, men tað er ikki við støðuni La Liga og í innanhýsis uppgerðinum í huga, tí Atletico Madrid er eitt stig frammanfyri Barcelona í La Liga, og tríggjar tær seinastu uppgerðirnar millum liðini eru endaðar við javnleiki.
Venjarin hjá Barcelona, Tata Martino, sær skjótu mótálopini hjá Atletico sum størstu hóttana í kvøld. Hann segði á tíðindafundi undan dystinum, at lykilin fyri Barcelona er at halda fast í bóltinum, so gestirnir ikki sleppa í mótálop.
Barcelona er uttan fyrsta val millum stengurnar, Victor Valdes. Hann gevst í felagnum í summar og er skaddur í sjey mánaðar. Sostatt hevur hann spælt sín seinasta dyst fyri Barcelona fyribils. Í hansara stað kemur José Manuel Pinto, sum seinnu árini í minsta lagið hevur spælt allar steypadystirnar.
Diego Costa er lykilin
Tað kemur illa við hjá Atletico Madrid, at Diego Costa er sera ivasamur til dystin í kvøld. Hann hevur í hesum kappingarárinum skotið 32 mál í 34 dystum. Diego Simeone, venjari hjá Atletico Madrid, hevur samanborið týdningin hjá Diego Costa fyri Atletico Madrid við týdningin, ið Lionel Messi hevur fyri Barcelona.
Diego Costa bleiv útskiftur móti endanum í 2-1 sigrinum á Athletic Bilbao um vikuskiftið, og mátti gevast at venja longu aftaná fimm minuttir á Camp Nou í gjár. Diego Simeone segði á tíðindafundi í gjár, at hann væntar ikki Diego Costa verður klárur.
Í Barcelona verður tó mett, at hetta kann verða sokallaðir “mind games”, har annað liðið roynir at órógva hitt liðið við skiftandi tíðindum.
Fá mál í væntu
Tey, sum vænta sær ein opnan dyst við nógvum málmøguleikum og fleiri málum, verða helst vónbrotin. Heldur er væntandi, at talan verður um ein taktiskan dyst, har Atletico Madrid kemur at liggja langt afturi á vøllinum og verja við nógvari orku, meðan Barcelona kemur at hava bóltin nógv, men fær ilt við at bróta niður verjuna hjá Atletico Madrid, sum er tann besta í La Liga í ár.
Báðir venjararnir hava víst á, at dysturin í kvøld er tann fyrsti av tveimum. Tí er hendan uppgerðin ikki avgerandi fyri hvør kemur víðari. Tað er ongin ivi um, at Atletico Madrid fær tað trupult uttan Diego Costa í álopinum, men hetta verður ein dystur millum verjupartin hjá Atletico Madrid og framrættaður spælararnar hjá Barcelona.
Uppgerðir millum liðini í hesum kappingarárinum:
Atletico Madrid – Barcelona 1-1 (Spanska Super Cup, fyrra uppgerð)
Barcelona – Atletico Madrid 0-0 (Spanska Super Cup, seinna uppgerð)
Atletico Madrid – Barcelona 0-0 (La Liga)
Champions League – Fjórðingsfinala:
Í dag:
Barcelona – Atletico Madrid (19:45)
Manchester United – Bayern Munchen (19:45)
Í morgin:
PSG – Chelsea (19:45)
Real Madrid – Borussia Dortmund (19:45)