Fleiri av leikarunum hjá Barcelona vóru sunnukvøldið sæddir á Casino í Onglandi, í sambandi við fyrra Champions League dystin móti Manchester City, sum í kvøld verður spældur. Millum leikararnar vóru millum annað Lionel Messi og Gerard Piqué. Teir fylgdust við fyrrverandi Barcelona leikaranum, Cesc Fabregas, ið nú spælir fyri Chelsea í Onglandi.
Luis Enrique, venjari hjá Barcelona, sigur tó, at tað ongar avleiðingar fær fyri leikararnar, at teir hava verið á Casino.
- Eg konsentreri meg um at fáa teir at avrika inni á vøllinum. Hvat teir gera uttan fyri vøllin, má vera upp til teir sjálvar.
Til dystin í kvøld, manglar Manchester City ivorianska miðvallaran, Yaya Touré, ið er leikbannaður.
Væntað uppstilling Manchester City: Hart – Zabaleta, Kompany, Mangala, Clichy – Fernandinho, Fernando – Navas, Silva, Nasri - Aguero
Væntað uppstilling Barcelona: Bravo – Alves, Pique, Mascherano, Alba – Rakitic, Busquets, Iniesta – Suarez, Messi, Neymar
Hin dysturin í kvøld verður í Italia, har italsku meistarnir, Juventus, taka ímóti Dortmund.
Dortmund bevur annars havt eitt heldur misjavnt kappingarár í heimligu deildini, men í bólkaspælinum í Champions League, vóru týskararnir sannførandi.
Teir fáa tó ein truplan dyst í kvøld, tí Juventus er heili níggju stig á odda í italsku Serie A.
Væntað uppstilling Juventus: Buffon – Lichsteiner, Bonucci, Chiellini, Evra – Pogba, Pirlo, Marchisio – Vidal – Morata, Tevez
Væntað uppstilling Dortmund: Weidenfeller – Piszczek, Sokratis, Hummels, Schmelzer – Bender, Gundogan – Blaszczykowski, Kagawa, Reus - Aubameyang
Manchester City – Barcelona klokkan 19:45
Juventus – Dortmund klokkan 19:45