Barca vil hava Villa

Spanska stórfelagið FC Barcelona váttar, at tað samráðist við Valencia um at keypa álopsspælaran Davi Villa. Real Madrid, sum longu hevur keypt Kaka og Ronaldo, hevur eisini sýnt áhuga fyri Villa, men nú roynir Barcelona at halda seg framat og keypa vandamikla álopsspælaran, sum við rættiliga stórari vissu fer at skifta felag í summar.