Barca var betri

José Mourinho er ikki júst kendur fyri at vera eyðmjúkur, men í gjár ásannaði hann, at Inter hevði tapt móti einum betri liði. – Barcelona spælir við høgum trýsti, og tá teir fanga bóltin, gongur tað frameftir við fullari ferð. So tað er ikki serliga trupult at staðfesta, at Barcelona var betra liðið í dag, segði Mourinho við enska the Guardian. Hinvegin heldur hann ikki, at Inter ikki hevur møguleika at vinna kappingina. – Tað kunnu vit sjálvandi. Real Madrid, Chelsea og Barcelona halda øll, at tey eru favorittar, men sjálvandi er tað møguligt hjá okkum at vinna á teimum seinni í kappingini, sigur Mourinho.