Barca tapti á Nou Camp

Tað mundu verða fá, ið høvdu væntað at Barcelona fór at fáa stórvegis trupulleikar av Hercules á heimavøllinum, Nou Camp. Barcelona byrjaði eisini væl, men tá á stóð vóru framherjarnir hjá Barcelona ikki neyvir. Tað var Nelson Valdez hinvegin tá hann fekk møguleikan í hinum endanum og legði Herclus á odda. Tá ein tími var farin av dystinum økti sami Nelson Valdez til 2-0 og so vóru góð ráð dýr hjá Barcelona. Teir royndu at spæla Hercules umkoll, men nærmastur at skora mundi Herclues framherjin, David Trezeguet, vera tá hann brendi fyri opnum máli. Tað endaði við at Hercules vann 2-0.

 

Í Madrid vann Real Madrid 1-0 á Osasuna. Hóast Real Madrid hevði Cristiano Ronaldo við, so høvdu teir torført við at fáa hol á. Teir komu til fleiri vandastøður, men tað skuldu eitt Ricardo Carvalho mál, áðrenn Real Madrid fekk hol á. Tað gjørdist einasta málið í dystinum.

 

Real Madrid hevur nú fýra stig fyri tveir dystir, meðan Barcelona hevur trý stig fyri somuleiðis tveir dystir. Fremst liggur Valencia við fullum stigatali fyri tveir dystir.