Barca stríddi seg víðari

Uttan Ronaldinho, Messi og Deco eydnaðist í gjár Barcelona at vinna 1-0 á Schalke 04

Fótbóltur

 

Talan varð tó um ein sigur, ið langt ífrá var somikið sannførandi, sum catalansku viðhaldsfólkini annars høvdu vónað.

Schalke tapti heimadystin 1-0, og gjøgnum dystin á Camp Nou royndu teir støðugt at javna hendan munin. Fleiri ferðir var vandin eisini heilt stórur framman fyri málið hjá Barcelona, men tað gjørdist bara nær við og næstan hjá Kuranyi, Asamoah og hinum í álopinum hjá Schalke.

Einsamalla málið í dystinum gjørdi Gnegeri Yaya Toure beint fyri steðgin. Og eftir hetta var at kalla eingin vegur aftur hjá Schalke.

Í hálvfinaluni skal Barcelona spæla móti Manchester United.

 

Barcelona-Schalke 04 1-0 (1-0)

(Barcelona víðari við samanlagt 2-0)

1-0: Gnegeri Yaya Toure, 43.