Í Barcelona eru tey bangin fyri hvørja ávirkan øskan úr Íslandi kemur at hava á ferðina til Londan undan Champions League finaluni. Leikararnir hjá Barcelona hava framskinda ferðina til London við tveimum døgum, tí teir vilja tryggja sær, at íslendska øskan ikki fer at arga teir stutt undan Champions League finaluni. Barcelona ferðalagið skuldi eftir ætlan byrja ferðina hósdagin, men hava nú valt at fara í kvøld í staðin.
Í tíðindaskrivi boðar Barcelona frá, at ferðalagið fer úr Barcelona í kvøld um níggju tíðina. Tí er ongin vandi fyri at Barcelona leikararnir ikki møta upp til finaluna, men verri er hjá Barcelona viðhaldsfólkunum. Fleiri av teimum flúgva til London sama dagin, sum dystinum er.
- Vit vóru út fyri somu støðu tá vit skuldu til Milan fyri einum ári síðan og London er longri burtur enn Milan. Vit flúgva so tætt sum vit kunnu upp á London og koyra rest. Vit hava nógv viðhaldsfólk, ið flúgva leygardagin og vit ynskja ikki at Wembley skal vera hálvtómt til dystin, segði Pep Guardiola venjari hjá Barcelona á tíðindafundi herfyri.
Finalan í Champions League millum Barcelona og Manchester United, sum av góðum orsøkum ikki nýtist hugsa um floglíkindini, verður leygarkvøldið á Wembley.










