FC Barcelona og Real Madrid spældu í kvøld javnleik 1-1 í fyrru hálvfinaluni í sponsku steypakappingini. Lucas Vazquez legði gestirnar á odda, áðrenn Malcom javnaði fyri katalanarnar.
FC Barcelona byrjaði uttan Lionel Messi, sum hevur verið ivasamur við einum trupulleika í lærinum. Í hansara stað kom Malcom, ið bleiv keyptur í summar frá franska Bordeaux. Fyri Real Madrid var ungi og spennandi brasilski spælarin, Vinicius Junior, við frá byrjan.
Hann átti lut í uppspælinum, tá Karim Benzema legði upp á tvørs til Lucas Vazquez, sum legði Real Madrid á odda longu eftir seks minuttir. FC Barcelona javnaði stutt eftir hálvleikssteðgin, tá Malcom sendi bóltin í eitt næstan tømt mál, tí málverjin var farin úr málinum.
Lionel Messi kom á vøllin í seinna hálvleiki, men hóast hann kom í nakrar góðar støður, so megnaði hann ikki at tryggja FC Barcelona sigurin. Hetta er fyrra hálvfinalan í steypakappingini. Seinni dysturin verður um tríggjar vikur. Í hinari hálvfinaluni eru Valencia og Real Betis.