Barca og Messi vunnu ?El Clasico?

Lionel Messi legði Barcelona á odda, tá ein góður hálvur tími var farin. Upphavs maðurin til málið var Xavi, ið lyfti bóltin uppum Real Madrid verjuna til Messi.

 

Í seinna hálvleiki royndi Real Madrid at trýsta, men í einum mótálopi økti Pedro til 2-0, eftir at hann varð spældur leysur av Xavi.

 

Real Madrid fekk stutt eftir ein risa møguleika at minka um munin, men Victor Valdes í Barcelona stórbjargaði skotinum frá Rafael Van der Vaart.

 

Real Madrid megnaði ikki at leggja Barcelona undir trýst restina av dystinum. Barcelona var nærri at økja enn Real Madrid at koma inn í dystin aftur.

 

Barcelona hevur nú 80 stig á fyrsta plássi, meðan Real Madrid hevur 77 stig á øðrum plássi. Barcelona er betri innanhýsis og tað er avgerandi um liðini enda á sama stiga tali.