Barca og Bayern víðari

Bæði Barcelona og Bayern Munchem livdu upp til leiklutin sum favorittar í fjórðingsfinalunum í Champions League í kvøld. Barcelona var eitt skifti aftanfyri móti PSG, meðan Bayern Munchen vann á Juventus.

 

Barcelona var uttan Lionel Messi og tað sást á spælinum. Tað gekk ikki at hótta málið hjá Paris Saint-Germain, sum bara skuldi hava eitt mál fyri at vinna seg víðari. Skelkurin kom fimm minuttir inn í seinna hálvleik, tá Zlatan Ibrahimovic spældi Javier Pastore leysan, sum skoraði. Brádliga var PSG omaná samanlagt.

 

So gjørdi Barcelona tað einasta teir kundi gera, og tað var at skifta Lionel Messi inn. Útjavnaði málið kom tjúgu minuttir fyri tíð, tá David Villa serveraði bóltin fyri føturnar á Pedro stutt uttan fyri brotsteigin. Spaniólin meddaði til og sendi bóltin í kassan og Barcelona í Champions League hálvfinaluna.

 

Samlaða støðan millum liðini er 3-3, men Barcelona kemur víðari, tí teir hava skotið eitt mál fleiri á útivølli.

 

Bayern Munchen vann 2-0 á Juventus í Torino. Mario Mandzukic skoraði fyrra málið miðskeiðis í seinna hálvleiki eftir frísparksinnlegg. Stutt fyri tíð økti innskifti Claudio Pizzaro. Bayern Munchen vinnur samanlagt 4-0.

 

Liðini í hálvfinaluni eru Real Madrid, Borussia Dortmund, Barcelona og Bayern Munchen.

 

Champions League hálvfinalur:

Barcelona(2) – (2)PSG 1-1(0-0)

0-1 Javier Pastore, 50

1-1 Pedro, 71

Barcelona víðari

 

Juventus(2) - (2)Bayern Munchen 0-2(0-0)

0-1 Mario Mandzukic, 64

0-2 Claudio Pizzaro, 90+1

Bayern Munchen vinnur 4-0