Barca-leikari á veg til Kina

Fyrrverandi Liverpool-leikarin skiftir væntandi ein av komandi døgunum.

Javier Mascherano er á veg úr FC Barcelona. Tað hevur hann sjálvur avdúkað, har hann í samrøðu við spanskar miðlar hevur sagt, at hansara tíð í felagnum er um at vera av. Hann segði seg vita nær hann gevst, men vildi ikki avdúka júst nær.


Spanska blaðið SPORT sigur seg vita, at Javier Mascherano fer at skifta til kinesiskan fótbólt. Tað er Hebei Fortune, ið sigst vilja keypa 33 ára gamla argentinska leikaran fyri 44 milliónir krónur. Sáttmáli hansara við FC Barcelona gongur út summarið 2019.


Sambært blaðnum, so verður skiftið kunngjørt ein av komandi døgunum. Tann so væl kendi Manuel Pellegrini er venjari hjá Hebei Fortune, har kendir menn sum Ezequiel Lavezzi, Gervinho og Stéphane Mbia eisini spæla.