Sjálvt ikki heimsinsbesta fótbóltsfelag hevur funnið ein veg rundan um øskuna. Hópurin hjá Barcelona fór sunnudagin úr Spania við bussi til franska býin Cannes. Ein teinur uppá 634 kilometrar. Teir yvirnáttaðu í Cannes, áðrenn teir fór avstað aftur við bussi teir seinastu 351 kilometrarnir til Milano. Sostatt hava Messi og hinir í Barcelona hópinum ferðast næstan 1.000 kilometrar við bussi áðrenn dystin í kvøld.
Liðini hittust eisini í bólkaspælinum. Barcelona vann dystin á Nou Camp 2-0, meðan dysturin í Milano endanði við málleysum javnleiki. Søguligt hevur Barcelona verið á vitjan hjá Inter Milan fýra ferðir. Teir hava vunnið tí einu ferðina, meðan tríggjar ferðirnar er tað enda við javnleiki. Inter Milan hevur hinvegin ikki tapt á heimavølli hetta kappingarárið. Um hasi tølini eru nakað at ganga eftir, so er væl møguligt at dysturin í kvøld endar við javnleiki.
Fyri argentinsku Milito familjuna, hevur dysturin ein serligan týdning. Við heimaliðnum spælur 30-ára gamli Diego Milito, ið er toppskorari í Seriu A. Maðurin, ið møguliga skal dekka Diego, er yngri beiggin, Gabriel Milito, ið spælur við Barcelona. Teir hava eina ferð fyrr spælt ímóti hvørjum øðrum. Tá spældi Diego Milito við Real Zaragoza, sum var vitjan hjá Barcelona. Barcelona vann tann dystin 4-1. Eitt er so greitt, Milito familja verður so umboðað í Champions League finaluni.
Dysturin byrjar klokkan 19.45 í kvøld.