Barca er sterkasta merkivøran

Sambært greining hjá Global Sponsors er Barcelona í dag sterkasta merkivøran innan fótbóltsheimi. Við hesum fer katalanska stórfelagið fram við Manchester United, sum í nógv ár hevur verið roknað sum felagið við sterkasta brand´inum.
Nummar trý á listanum er Real Madrid, og síðani koma Chelsea, AC Milan, Bayern München, Arsenal, Liverpool, Inter og Olympique Lyon.
Umframt góð ítróttarlig avrik við Ronaldinho í fokus, er Barcelona eisini styrkt á marknaðarsíðuni, tí teir hava funnið nýggjar hættir at koma í samband við ein globalan viðhaldsskarða, verður sagt í greiningini frá Global Sponsors.